Eitt dømi um skúla

Tað mest ruddiliga vildið sjálvsagt verið at skipað svimjiskúlan fullkomiliga eftir merkjaskipanini, so at svimjarar gingu á skeiðum kallað ‘Vatnmerki’, ‘Hvalur’, ‘Skjaldbøka’ og so framvegis, og so skiftu lið tá ið tey høvdu staðið neyðugu royndir.

Men soleiðis sum umstøðurnar ofta eru í Føroyum, við í so fáum tímum til svimjiskúlan, og væntandi fyrisitingarkreftir til at kunna taka ímóti tilmeldingum fleiri ferðir hvørt hálvár, so royna vit her niðanfyri at lýsa eitt dømi um ein svimjiskúla við færri liðum enn merki.

Um vit ganga út í frá at svimjiskúlin bjóðar éina venjing um vikuna í 30-45 minuttir, so er skipanin í stuttum tann, at børn byrja á einum byrjunarliði umleið tá ið tey ganga í fyrsta flokki, fyri síðani at flyta upp til ‘eitt sindur roynd’ tann næsta veturin, og til ‘roynd’ tann triðja.

Okkara royndir vísa, at svimjarar við hesi skipan klára Vatnmerkið, Hvalamerkið og kanska Skjaldbøkumerkið á byrjunarliðnum, Skjaldbøkumerkið og Pingvinmerkið á næsta, og Kópahvølpamerkið á triðja.  Altso 3 ár frá Vatnmerki til Kópahvølp, um talan er um eina venjing um vikuna.

Tað er væl hugsandi, at tíðin at koma ígjøgnum svimjiskúlan verður skorin í helvt, um talan er um tvær venjingar um vikuna. Norðmenn rokna 24 lektiónir á 30 minuttir til hvørt merki, sum samsvarar rættiliga væl við okkara royndir her í Føroyum (við undantaki av fyrsta merki, sum flestu klára rættiliga skjótt).

Eftir hetta verður skift til klassiska kappsvimjarundirvísing, í teimum fýra svimjigreinunum (firvald, rygg, bringa og frí), umframt í startlopi og vendingum. Hetta kann í teoriini gerast á serligum svimjiskúlaskeiði, men verður tó oftast gjørt á yngstu kappsvimjingarliðum (við tað at vit í Føroyum byrja rættiliga tíðliga at kappast).

One Response to Eitt dømi um skúla

  1. Pingback: Eitt sindur meira gjørt

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>