Merkjaskipanin
Føroyska svimjimerkjaskipanin er yvirhøvur grundað teirri norsku, við týðing av teirra tilfari og somu krøvum til svimjarar. Hetta so at vit uttan nakað kunnu brúka teirra undirvísingartilfar, og loyva okkum at bíleggja svimjimerki frá teimum, heldur enn at skula framleiða okkara egnu.
Fyrstu fimm merkini hjá okkum eru í løtuni:
Vatnmerkið
Hvalur
![]() |
Næmingurin skal kunna hoppa av kanti, kava ein metur ella so niður, hyggja undir vatni og heinta lutir upp til vatnskorpuna. |
Skjaldbøka
![]() |
Næmingurin skal kunna flóta útstrektur á búki og á ryggi, við ørmunum yvir høvd, í minst 15 sekund á hvørjari síðu. |
Pingvin
Kópahvølpur
Næstu fýra merkini siga nakað um hvussu leingi tú orkar at svimja og flóta, umframt um tú dugir ymiskt annað runt sjálva svimjingina (ymisk lop útí, lívbjarging, synkronsvimjing, vatnpolo og tílíkt).
Kópur
![]() |
Svimja 100 metrar, 50 metrar við røttum teknikki, 25 metrar bein á rygginum, svimja 5 metrar undir vatni, flóta 3 minuttir, og annað. |
Sjóleyva
![]() |
Svimja 200 metrar, 150 metrar við røttum teknikki, 50 metrar bein á rygginum, stoyta seg eftir høvdinum útí og svimja 5 metrar undir vatni, flóta 5 minuttir, og annað. |
Springari
![]() |
Svimja 400 metrar, 300 metrar við røttum teknikki, 75 metrar bein á rygginum, kava og svimja 8 metrar undir vatni, flóta 10 minuttir, og annað. |
Hávur
![]() |
Svimja 1000 metrar, 600 metrar við røttum teknikki, 100 metrar bein á rygginum, kava svimja 10 metrar undir vatni, flóta 15 minuttir, og annað. |
Umframt hesi svimjimerki, so hevur norski svimjiskúlin fleiri langteinamerki afturat, umframt 5 nýggj merki til yngri børn enn tey sum byrja á okkara svimjiskúla. Hesi eru ikki tikin í nýtslu í Føroyum enn, men kunnu sjálvsagt lættliga leggjast afturat skipanini.









