Føroyskar
Crawl
Pál Joensen er nærum perfektur, tá ið tað kemur til at svimja crawl. Serliga er tað vinstri armur sum er í heimsklassa, meðan beinspørkini eru í so veik.
Rygg
Kári J. á Høvdanum hevur á videoini her ein so gott sum perfektan rygg-start, og er hartil tiltikið góður til undirvatnssvimjing á rygginum.
Bringa
Turið S. Christiansen hevur eitt bringuspark í heimsklassa, har føturnar nærum ikki flyta seg aftureftir í sjálvum sparkinum, men bara flyta kroppin frameftir.
Firvald
Astrið Foldarskarð eigur juniormetið í 50 firvald, og er hartil avbera skjótt í start og vending.
