Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.

“Nordic Conference in Elementary Swimming Teaching” er ráðstevna annaðhvørt ár um grundleggjandi svimjifrálæru, sum nú 10 ferðir hevur verið fyriskipað á skift í ymiskum Norðanlondum, við svimjisambandinum í vertslandinum og “Nordic Education Group” sum samskiparar. Málbólkurin er svimjivenjarar og lærarar sum fáast við grundleggjandi svimjifrálæru og lívbjarging, har innihaldið í ár til dømis var spurningurin um nýtslu av flótiamboðum í svimjiundirvísing, og frálæra til børn við breki. Ráðstevnan vendir sær móti einum altjóða skara, og allir fyrilestrar verða hildnir á enskum.

Í 2008 var ráðstevnan í Selfossi í Íslandi, við Jórun Eið sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Í ár vóru luttakararnir Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, sum eru skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, umframt Jórun Eið, ið sum starvsnevnarlimur í Svimjisambandi Føroya samskipar Svimjiskúla Føroya. Svimjisambandið hevur í 2012 átikið seg at hava hesa ráðstevnu í Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum í Tórshavn tann 20. til 22. apríl 2012, ætlandi verða omanfyri 100 luttakarar á hesi ráðstevnu.

Svimjiskúli Føroya er samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisamband Føroya, at fáa til vega skeiðstilboð til svimjilærarar og venjarar í føroyskum fólkaskúlum og svimjifeløgum. Í løtuni kann Svimjiskúlin bjóða skeið í vatntilvenjing og svimjigreinunum, umframt at fólk gjøgnum skipanina kunnu fáa lívbjargingarprógv. Ætlanin er seinni at víðka um Svimjiskúlan, við frálæru eisini í venjingarlæru og líknandi, so hvørt sum orka verður til tess.

Les meira á www.svimjiskulin.com og www.neg2012.com

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Uncategorized. Bookmark the permalink.

Svara

Your email address will not be published. Required fields are marked *

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>