Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka ‘temadagar’ afturat her í heysthálvuni; men formliga eru tey altso svimjiskúlavenjarar nú :-)

Tey nýútbúnu eru: Vár Jacobsen, Brynhild F. Jacobsen, Rúni K. Hansen, Dánjal Hestoy, Katarina Lamhauge, Marjun Eysturoy, Mariann Øster, Gunnvá Egholm og Sigurd Lamhauge. Skeiðshaldari var undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og lat meg heldur beinanvegin staðfesta, at HS hevur verið fyrimyndarligt í íverksetingini av hesum svimjiskúla.

2 viðmerkingar »

  1. Tina Jacobse Said,

    mars 3, 2009 @ 7:30 am

    Havi roynt at fingið diplom og merkir sendandi í fleiri vikur, hvussu geri eg? Vit á Giljanesi eru eitt sindur ótolin nú, hvønn vendi eg mær til?
    TINA jacobsen
    Miðvágs-Sandavágs skúli

  2. rokur Said,

    mars 3, 2009 @ 7:48 am

    Hatta er mær vitandi ein svimjisambands-uppgáva, nú. Fáist ikki sjálvur við tað, men skal senda fyrispurningin til SSF.

Ger eina viðmerking