Svimjiskúlin fingið sjónvarpsrás
Sí svimjiskulin.blip.tv, har tað nú ber til at síggja tær 20 ‘kjarnuvenjingarnar’ úr bókini “Slik lærer du å svømme“, umframt royndirnar til vatnmerki og kópahvølp. Videoirnar síggjast eisini á síðuni “Kjarnuvenjingar og royndir“, her á heimasíðuni. Tær eru ikki heilt perfektar enn, og verða tí møguliga skiftar út í leypi av nøkrum vikum. Umframt at vit vælsagtans leggja meira afturat, so hvørt sum tíð er til tess.
