Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi

Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya. Continue reading

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Norðmenn givið út undirvísingarætlan

veien-mot-svommedyktighet

Norðmenn hava nýliga givið út eina undirvísingarætlan til merkjaskipanina, kallað “Veien mot svømmedyktighet”, at brúka í fólkaskúlanum. Talan er um tilfar sum er beinleiðis grundað á lærubókina “Slik lærer du å svømme”, har tey vísa á hvussu ein kann skipa undirvísingina av nýbyrjarum yvir 40 x 30 minuttir, og har tilfarið er laminerað og innbundið sum ‘flip-over’, at kunna brúka beinleiðis í hylinum. Tilfarið kann bíleggjast á www.idrettsbutikken.no, ella við at venda sær til tann føroyska svimjiskúlan.

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Skeið á Toftum í morgin

Í morgin fríggjadag verður aftur skeið á Toftum, eftir eitt fullteknað skeið síðsta vikuskifti, og áðrenn eitt skeið onkunstaðni aftur í næstu viku. Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa á skeið, skilst, so tey dríva á at fáa so nógv gjøgnum mylluna sum gjørligt.

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Skeið á Toftum

Rúni og Pálin hava í gjár og í dag skipað fyri skeiði í merkjaskipanini, her í hylinum á Toftum. Áhugin er avbera stórur,  so at neyðugt verður at hava eitt skeið aftur um einar 14 dagar, og kanska eitt afturat longu í næstu viku.

Posted in Uncategorized | 1 Comment

Skeið í Suðuroy í dag

Sum tit kunnu lesa her av susvim.com: “Skeið í merkjaskipanini verður í skúlanum í Vági fríggjadagin 21. august. Øll sum hava áhuga kunnu vera við. Vit møtast í Vágs Skúla kl 16:00. Havið svimjiklæðir við. Skeiðshaldari verður Rúni Gaardbo.”

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Fyrsta HS/SSF venjaraskeið avgreitt

Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9  útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka ‘temadagar’ afturat her í heysthálvuni; men formliga eru tey altso svimjiskúlavenjarar nú :-)

Tey nýútbúnu eru: Vár Jacobsen, Brynhild F. Jacobsen, Rúni K. Hansen, Dánjal Hestoy, Katarina Lamhauge, Marjun Eysturoy, Mariann Øster, Gunnvá Egholm og Sigurd Lamhauge. Skeiðshaldari var undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og lat meg heldur beinanvegin staðfesta, at HS hevur verið fyrimyndarligt í íverksetingini av hesum svimjiskúla.

Posted in Uncategorized | 2 Comments

Svimjiskúlin fingið sjónvarpsrás

svimjiskulin.blip.tv, har tað nú ber til at síggja tær 20 ‘kjarnuvenjingarnar’ úr bókini “Slik lærer du å svømme“, umframt royndirnar til vatnmerki og kópahvølp. Videoirnar síggjast eisini á síðuni “Kjarnuvenjingar og royndir“, her á heimasíðuni. Tær eru ikki heilt perfektar enn, og verða tí møguliga skiftar út í leypi av nøkrum vikum. Umframt at vit vælsagtans leggja meira afturat, so hvørt sum tíð er til tess.

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Rúni gjørt ein faldara

Nú byrjar tað av álvara at síggja professionelt út :-)

http://www.svimjiskulin.com/um-svimjiskulan/merkjaskipanin/faldari/

Ella far beinleiðis til faldaran her (pdf-fíla)

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Eitt sindur meira gjørt

Snikkaði saman eina lýsing av merkjaskipanini, og havi fingið fatur á yvirlitinum yvir tey sum hava verið á skeið í merkjaskipanini. Hartil havi eg beint nú sett upp eitt avkrossingarskema, ið skal verða ein hjálp til at kunna staðfesta á hvørjum støði ein svimjari er, um hann longu dugir eitt sindur áðrenn hann kemur í svimjiskúlan. Umframt eitt dømi um svimjiskúla, soleiðis sum teir oftast verða skipaðir í Føroyum.

Og so havi eg beint nú avgjørt at taka hasa wiki’ina burtur, heilt einfalt tí at eg tími ikki at umsita hana afturat hesari heimasíðu. Ikki at tað er so øgiliga strævið, men tað verður ógvuliga skjótt dupult. Og hendan skipan her hevur forrestin longu wiki-líknandi eginleikar, at kunna halda skil á fleiri útgávum av somu síðu.

Posted in Uncategorized | Leave a comment

Fyrsti postur

Vælkomin til svimjiskulin.com, sum er mín roynd at fáa lýst Svimjiskúla Føroya, føroyskari svimjing at frama.

Fyribils er her ikki nógv at síggja, annað enn at eg havi fingið skrivað eina síðu um svimjiskúlan, umframt at hava stovnað eina ‘wiki’ á wiki.svimjiskulin.com, at royna at brúka til at snikka saman eina felags handbók um svimjiskúlan.

Næstu dagarnir fara at ganga við at fáa lagt á síðurnar tað tilfar sum longu er skrivað á føroyskum um svimjiskúlan og merkjaskipanina, í sambandi við skeiðini í vár og fjør heyst.

Posted in Uncategorized | 1 Comment